Eingin eftirskúli í ár

Eingin eftirskúli í ár
Eingin eftirskúli verður á Tvøroyri næsta skúlaár sum ætlað, tí skúlin hevur ikki nóg nógvar næmingar
Ætlaði eftirskúlin á Tvøroyri hevur ikki fingið nóg nógvar umsóknir frá næmingum at byrja í august
 
07.08.2019 - 07:11

Stýrið fyri Føroya eftirskúla boðar frá á Facebook-vanga skúlans, at skúlin hevur ikki fingið nóg nógvar umsóknir frá næmingum at byrja í august, og skúlin lýkur tí ikki treytirnar, sum Mentamálaráðið hevur sett.

Ætlanin var at byrja við 16 næmingum. Søkt hevur eisini verið eftir stjóra til eftirskúlan, og sambært lýsingini skuldi starvið setast 1. juli ella skjótast til ber. Men stýrið fyri skúlan sigur nú, at í næstum verður aftur søkt eftir stjóra. 

Stýrið sigur, at arbeitt verður víðari við eftirskúlanum, tí grundarlagið er lagt, og fyrst í 2020 verður tikið ímóti umsóknum til skúlaárið 2020/21. Tá ber til at søkja aftur, sigur stýrið fyri Føroya eftirskúla í fráboðanini á Facebook.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751