Trump vitjar El Paso

Trump vitjar El Paso
Amerikanski forsetin vitjar í dag í El Paso, fýra dagar eftir skottilburðin, ið kravdi 22 lív
Donald Trump, forseti, fer at vitja býin El Paso í Texas í dag, fýra dagar eftir skottilburðin
Mynd: AP  
 
07.08.2019 - 12:07

Donald Trump, forseti, fer at vitja býin El Paso í Texas í dag, fýra dagar eftir skottilburðin, sum kravdi 22 mannalív. Teirra millum vóru sjey meksikanarar.

Tað upplýsir borgarstjórin í El Paso, republikanarin, Dee Margo, sum er viðhaldsmaður hjá Trump.

– Trump ringdi til mín og beyð sær til at hjálpa, sigur borgarstjórin.

 >> SÍ EISINI 20 fólk dripin í Texas

Meginparturin av teimum, sum búgva í El Paso, hava latínamerikanskan uppruna, og tey eru ímóti, at forsetin kemur á vitjan. Men Dee Margo verjir ætlanina hjá forsetanum um at koma til El Paso. 

– Tað er skylda mín at bjóða honum vælkomnum, sigur borgarstjórin.

Donald Trump hevur sagt, vápn nýtast ikki at hava skyldina av skottilburðunum í seinastuni. 

– Tað eru sálarligar líðingar og hatur, sum fáa fólk at skjóta, sigur forsetin.

Hann hevur fordømt skottilburðirnar og sigur, at alnetið, sosialir miðlar og harðskapur í telduspølum eru við at gera støðuna verri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576