Fáar vespur í ár, men...

Fáar vespur í ár, men...
...tær koma væntandi aftur í næsta ár, sigur serfrøðingur
Færri vespur eru í summar, sigur fuglafrøðingur, men tær verða aftur í næsta ár
 
13.08.2019 - 11:06

Heldur tú, at fáar vespur hava verið at sæð í summar, so hevur tú helst eisini rætt í tí. Tað hava verið færri vespur, at síggja í summar, sigur fuglafrøðingur.

– Der er mange folk, som snakker om, at der er få vepse, at se i sommer. Især i Havn, men det er stort set gældende for hele landet, sigur Jens-Kjeld Jensen.

Færri drotningar yvirlivdu veturin

Ilt er at siga júst, hvørji viðurskifti gera, at støðan í ár er, sum hon er, men orsøkin til, at færri vespur síggjast, kann hava við veðrið at gera, sigur fuglafrøðingurin við útvarpið.

– Det har noget at gøre med, hvordan vejret har været. Et eller andet klimaforhold har spillet ind, sigur Jens-Kjeld Jensen.

Ábendingar eru um, at færri vespudrotningar yvirlivdu heystið og veturin enn vanligt. Heilt niður í eitt prosent heldur enn fimm prosent, sum vanliga verður mett yvirlivdu, sigur hann.

Fáa fótafestið aftur

Tað er tó ov tíðliga at fegnast hjá teimum, sum ikki leggja so nógv í vespurnar, hóast færri síggjast nú, tí vespurnar koma aftur í næsta ár.

– Man skal ikke regne med, at vepsen uddør. Vepsen er utrolig hårdfør, så den får fodfæste igen, sigur Jens-Kjeld Jensen í samrøðu við útvarpið.

Vespurnar komu til Føroyar í 1999, sambært vísindablaðnum, Frøði. Tey fyrstu árini vóru tær bara í Havn, men tær hava síðani tá spjatt seg til aðrastaðni í landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751