Aldurin skal ikki vera avgerandi

bannari
Aldurin skal ikki vera avgerandi
Tað skal heldur vera arbeiðsførleikin, ið avger, hvussu leingi fólk kunnu verða á arbeiðsmarknaðinum, sigur Landsfelag Pensjonista
Arbeiðsførleikin, og ikki aldurin, skal avgera, hvussu leingi fólk kunnu verða á arbeiðsmarknaðinum, heldur Landsfelag Pensjonista
 
14.08.2019 - 07:39

Tað skal ikki verða aldurin, men arbeiðsførleikin, ið avger, um ein skal av arbeiðsmarknaðinum ella ikki.

Tað sigur Landsfelag Pensjonista í einari áheitan á politisku flokkarnar. Landsfelag Pensjónista hevur fleiri ynski, nú løgtingsval stundar til.

Felagið hevur sent út fýra punkt, sum tey vilja hava politisku flokkarnar at taka við í valskránna:

▪ Útgjaldið frá Samhaldsfasta skal vera skattafrítt

▪ Skattafría grundupphæddin (í fólkapensjónini) skal hækkast við í minsta lagi 580 krónum

▪ Mótrokningarfría inntøkan skal hækkast upp til 100.000 krónur

▪ Tað skal lóggevast, at tað er ikki loyvt at siga fólki upp vegna aldur

Tað sigur Landsfelag Pensjonista í sínum ynskilista til politisku flokkarnar í valstríði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098