Fjórðings kilometur boraður

Fjórðings kilometur boraður
Nú verður eisini gjørt klárt, at bora á Gomlurætt
Boringin í Traðardali byrjaði 27. juni. Nú eru 251 metrar boraðir Sandoyarmegin
 
17.08.2019 - 15:46

Nú eru tilsamans 251 metrar boraðir í Sandoyartunlinum. Teir 251 metrarnir eru allir boraðir í Traðardali á Sandoynni, tí boringin á Gomlurætt er ikki heilt komin í gongd enn.

– Fyrireikingarnar og inntakið til sjálva boringina eru byrjaðar, men enn er eingin metur boraður Streymoyarmegin, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í P/f Eystur- og Sandoyartunlar.

Sandoyartunnilin verður 10,8 kilometrar langur, og verður ætlandi liðugur í desember í 2023. Kostnaðurin á Sandoyartunlinum er mettur til umleið 1,3 milliardir krónur.

Samlaða verkætlanin, at gera Eystur- og Sandoyartunnilin, er mett at kosta 2,64 milliardir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849