Almennu útreiðslurnar ov lítla rúmd

bannari
Almennu útreiðslurnar ov lítla rúmd
Almennu útreiðslurnar fáa lítla rúmd í valstríðnum, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag
 
21.08.2019 - 17:04

Flokkar bjóða seg fram við valskrá við ymiskum hjartamálum, men politikkur snýr seg eisini um at raðfesta, tí politiska skipanin hevur ikki óavmarkaðar inntøkur at ráða yvir.

Tí eiga valskráirnar eisini at siga, hvussu vallyftini skulu fíggjast, og hvussu tamarhald fæst á skjótt vaksandi almennu útreiðslunum, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Tað almenna kann skjótt fáa undirskot

Munandi partur av almenna útreiðsluvøkstrinum seinastu árini er grundaður á at forskatta pensjónir og frá óvissum avgjøldum á ali- og fiskivinnuni.

Tað almenna kann skjótt fáa stór undirskot, um fortreytirnar í ali- og fiskivinnuni broytast brádliga, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

– Vit eru í einum búskaparligum hákonjunkturi í løtuni, men trøini veksa neyvan inn í himmalin, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666