Nýggj gransking: Menniskju orsøk til bræðing

Nýggj gransking: Menniskju orsøk til bræðing
Menniskju ávirka vindarnir við Antarktis, og tað fær ísin at bráðna uppaftur meira, staðfestir nýggj veðurlagsgransking
Mannaskapt upphiting hevur broytt vindarnar í havinum við Suðurpólin, staðfesta veðurlagsgranskarar
Mynd: AP (januar 2017)  
 
21.08.2019 - 09:22

Antarktis - við Suðurpólin - er býtt í tveir partar; Eystur og vestur. Eystari parturin á Suðurpólinum er meiri støðugur, og hin parturin er óstøðugari.

Granskarar hava leingi hildið eyga við vestara partinum á Suðurpólinum, tí stóri ískappin kann kollapsa, so hvørt jørðin verður heitari.

Vindarnir fáa heitari sjógv til meginlandið

Í síðstu viku prógvaðu granskarar í tíðarritinum Nature Geoscience, at mannaskapt upphiting hevur broytt vindarnar í havinum við Suðurpólin.

Vit hava nú prógv fyri, at virksemi hjá menniskjum hevur ávirkað ta hækkingina í havinum, sum vit síggja við Vesturantarktis, sigur polargranskarin frá British Anarctic Survey, Paul Holland, við National Geographic.

Granskarar hava funnið útav, at vindarnir við Vesturantarktis eru vorðnir antin veikari ella hava skift kós. Tað hevur fingið havið at broytast, so at meira ísur bráðnar, tí vindarnir fáa heitari sjógv tættari til meginlandið - og harvið teir stóru jøklarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254