Nýtt myndugleikasamstarv

Nýtt myndugleikasamstarv
Samstarv millum myndugleikarnar, sum varða av útlendingum í Føroyum, verður nú skipað.
TAKS, politiið og Arbeiðs- og brunaeftirlitið fara at arbeiða saman um eftirlit við útlendskari arbeiðsmegi í Føroyum
 
27.08.2019 - 08:07

TAKS, politiið og Arbeiðs- og brunaeftirlitið fara at arbeiða saman um eftirlit við útlendskari arbeiðsmegi í Føroyum. Tað kom fram á politiska kjakfundinum í Smæruni leygardagin,

Tað sigur Starvsmannafelagið í tíðindaskrivi. Samstarvað verður um ófráboðaðar eftirlitsvitjanir hjá arbeiðsgevarum, sum hava útlendska arbeiðsmegi.

Vita ikki, hvar tey skulu leita sær hjálp

Kanningin um arbeiðsmarknaðin, sum 13 fakfeløg lótu gera, vísir, at útlendsku arbeiðsfólkini sakna upplýsing um síni rættindi, og vita ikki rættiliga, hvar tey skulu leita sær hjálp.

Hetta ger, at summi teirra ikki fáa síni rættindi í Føroyum, so sum at sleppa undan barsilsgjaldi og ALS-gjaldi.

Í kanningini hjá fakfeløgunum er tilmæli um kunningardisk, har sum útlendsku arbeiðsfólkini kunnu fáa hjálp á einum máli, sum tey skilja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037