Løgreglan handtikið mótstøðuleiðaran

Løgreglan handtikið mótstøðuleiðaran
Mótmælisleiðarin í Hong Kong, Joshua Wong, varð tikin í morgun, upplýsir felagskapurin hjá honum, Demosisto
Mótstøðuleiðarin í Hong Kong, Joshua Wong (fremst í myndini), varð handtikin í morgun
Mynd: AP  
 
30.08.2019 - 08:05

Wong var tikin á opnari gøtu og leiddur inn í ein bil. Saman við honum eru eisini tveir aðrir mótmælisleiðarar tiknir, Agnes Chow, sum eisini er limur í Demosisto og leiðarin í loysingarflokkinum í Hong Kong, Andy Chan.

Øll hava tey gingið á odda í mótmælunum sum hava vart síðani fyrst í juni. Í dag eru fimm ár liðin síðani kinesisku myndugleikarnir settu úr gildi eina lóg, sum gav fólkinum at velja leiðara í Hong Kong á frælsum vali.

 >> SÍ EISINI Minst 10.000 hermenn tikið seg um markið

Tí bera myndugleikarnir ótta fyri uppaftur ógvusligari mótmælum. Fyri fimm árum síðani vóru mótmælir í 79 dagar, og ein sum stóð á odda fyri teimum, var tann tá 17 ára gamli Joshua Wong.

Myndugleikarnir í Hong Kong hava sett forboð fyri mótmælum í dag av ótta fyri harðskapi, eru boðini, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672