Strika umstrítt lógaruppskot

Strika umstrítt lógaruppskot
Stjórnirnar í Bejing og Hong Kong vóna, at mótmælisfólk verða sissað eftir, at stjórnin í Hong Kong hevur strikað eitt lógaruppskot
Politiski leiðarin í Hong Kong, Carrie Lam
Mynd: AP  
 
05.09.2019 - 11:33

Politiski leiðarin í Hong Kong, Carrie Lam, segði á tíðindafundi í dag, at kinesiska stjórnin í Bejing "skilir, virðir og stuðlar" avgerðini hjá stjórnini í Hong Kong um at strika lógaruppskotið, sum vildi havt við sær, at borgarar í Hong Kong kundu verið útflýggjaðir til Kina til rættarsókn.

Reuters skrivar, at stjórnirnar í Bejing og Hong Kong vóna, at hetta stigið fer at sissa mótmælisfólk, sum í mánaðir hava kravt borgararættindi og broytingar í Hong Kong. 

Lam kunngjørdi eisini, at samskiftið skal fáast í lag millum myndugleikar og borgarar fyri at loysa aðrar trupulleikar av fíggjarligum, sosialum og politiskum slagi, so sum bústaðarneyðina hjá ungdómi, sum eisini hava gjørt politiska ófriðin í Hong Kong verri, sambært Carrie Lam.

Men hetta er ov lítið og kemur ov seint, halda mótmælisfólk sambært Reuters.

Fýra onnur krøv

Hóast afturtøka av uppskotinum um at útflýggja borgarar til rættarsókn í Kina hevur verið eitt høvuðskrav hjá mótmælisfólkunum, so hava tey fýra onnur krøv.

Tey fýra krøvini eru, at:

▪ myndugleikarnir gevast at brúka orðið "ófrið", tá mótmælistiltøkini verða lýst

▪ øll mótmælisfólk, sum eru handtikin, skulu leyslatast

▪ óheft kanning verður gørd av møguligum politi-harðskapi

▪ borgarar í Hong Kong skulu hava rætt at velja sínar politisku leiðarar á demokratiskum vali

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. apríl
Breddin: Arbeiðarafeløgini og 1. mai
207756
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204