Sonni Ragnar hevur útlendsk tilboð

Sonni Ragnar hevur útlendsk tilboð
Sonni Ragnar Nattestad hevur nøkur útlendsk tilboð, sum hann skal taka støðu til, nú sáttmálin, hann hevði við FC Fredericia, er ógildaður
 
10.09.2019 - 11:57

Fótbóltslandsliðsleikarin, Sonni Ragnar Nattestad, gevst í FC Frederica.

Landsliðsleikarin og danska fyrstudeildarfelagið skrivaðu undir sáttmála í januar í ár, men hesin sáttmálin er nú ógildaður, boðar FC Fredericia frá.

Við heimasíðu felagsins sigur stjórin Stig Pedersen, at tey ynskja Sonna Ragnari alt tað besta, og at hann fær tað besta burtur úr sínum evnum aðrastaðni.

Fredericia Dagblad skrivar, at tað var høvuðsvenjarin, Jonas Dal, sum strongdi á at fáa føroyingin til felagið í vetur. Men Jonas Dal ásannar nú, at tað kom óvart á hann, at Sonni Ragnar var so nógv plágaður av skaðum. Jonas Dal hevði roknað við, at Sonni Ragnar fór at gerast birgur aftur innan fyri eitt hálvt ár, men so var ikki.

Sonni Ragnar Nattestad sigur við Kringvarpið í dag, at hann hevur nøkur tilboð frá feløgum uttanfyri Føroyar, sum hann hyggur nærri at í løtuni. Hann roknar við, at hetta er komið upp á pláss innanfyri næstu vikurnar.

Sonni Ragnar Nattestad spældi átta dystir fyri Fredericia í næstbestu donsku deildini og gjørdi eitt mál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424