EFFO og Landsverk ákærd

EFFO og Landsverk ákærd
Eitt mál um 1.800 litrar av jetfuel, ella flúgvaradiesel, sum fór í lendið við tyrlupallin í Froðba, endar nú í rættinum
 
14.09.2019 - 14:30

Oljudálkningin var, tá  EFFO skuldi fylla olju á ein tanga við tyrlupallin í Froðba tann 23. januar í 2018. Løgreglan hevur kannað málið, og tað hevur eisini verið til hoyringar hjá Umhvørvisstovuni.

Ákærurit er skrivað, í málinum og tað verður nú latið rættinum, sigur Linda Hesselberg, ákæri. EFFO, sum skipaði fyri bunkringini, og Landsverk, sum átti tangan, eru ákærd fyri brot á lógina um umvhørvisverndarlógina. 

Tað var í januar í 2018, at táverandi økisleiðarin varnaðist oljulukt, eftir at EFFO hevði latið olju á ein oljutanga við tyrlupallin, og hann meldaði málið. Umhvørvisstovan er liðug at viðgera málið, og ákæruvaldið hevur nú avgjørt at fara í rættin við tí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595