Ávara framvegis ímóti Kina

Ávara framvegis ímóti Kina
Danskir myndugleikar ávara framvegis Grønland ímóti at loyvi kinesarum at sleppa at gera íløgur í landinum
 
20.09.2019 - 07:52

Hóast ætlanin hjá Kina at sleppa at byggja nýggju floghavnirnar í Grønlandi varð av ongum, ávara danskir myndugleikar framvegis Grønland ímóti at loyvi kinesarum at sleppa at gera íløgur í landinum.

Fregnartænastan hjá donsku verjuni sigur í ársfrágreiðing síni, at sjálvstýrismyndugleikarnir og privat feløg í Grønlandi eiga at hugsa seg væl um, áðrenn tey taka ímóti tilboðum úr Kina, sigur grønlendska kringvarpið, KNR. 

Settu 1,6 milliardir í felag

Málið um floghavnirnar endaði við, at danskir myndugleikar komu upp í verkætlanina, so grønlendskir myndugleikar sluppu undan at leita eftir stórum útlendskum íleggjarum, millum annað í Kina.

Endin varð, at danskin staturin setti 1,6 milliardir krónur í felagið, sum skal byggja nýggju altjóða floghavnirnar í Nuuk og Ilulissat, og í menningarátøk í Grønlandi. 

 >> SÍ EISINI Kina brúkar Grønland at sleppa framat Arktis

Í 2016 avgjørdi danska stjórnin at lata flotastøðina í Grønnedal uppaftur, eftir at eitt kinesiskt felag hevði víst áhuga fyri at keypa ognirnar hjá verjuni í Grønnedal.

Hóast Kina ikki slapp upp í part tá, ávarar fregnartænastan hjá donsku verjuni framvegis ímóti, at Kina fær fótin fastan í Grønlandi.

– Kinesiska stjórnin hugsar langt fram í tíðina, tí hon vónar fáa atgongd til Arktis, bæði tá ið ræður um sjóvegis rutur og ríkidømi har, hóast Kina ikki er ein arktisk tjóð, stendur í frágreiðingini frá fregnartænastuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576