Bretskur ferðavinnurisi á heysin

Bretskur ferðavinnurisi á heysin
600.000 ferðafólk verða ávirkað, nú bretska ferðavinnufyritøkan, Thomas Cook, er farin á húsagang
 
23.09.2019 - 09:17

Stóra bretska ferðavinnufyritøkan Thomas Cook er farin á húsagang. Boðini komu í nátt, og bretsku loftferðslumyndugleikarnir, Civil Aviation Authority, hava váttað tíðindini.

Fyritøkan, sum hevur 178 ár á baki, eigur millum annað donsku ferðaskrivstovuna Spies og svensku ferðaskrivstovuna Ving.

Bankarnir kravdu felagið eftir 200 milliónum pundum, ella umleið 1,7 milliardum krónum í okkara peningi, fyri at tryggja framtíðarraktsturin hjá felagnum.

Royndu til tað síðsta

Felagið megnaði ikki at tryggja peningin, og tí er Thomas Cook nú farið á húsagang. Partaeigarar og kreditorar høvdu fund um støðuna í gjár.

Leingi hava ábendingar verið um, at fyritøkan fór at finna eina bjargingarætlan, sum kinesiski íleggjarin, Fosun Tourism Group, saman við bankunum, hevur gjørt, og partarnir skuldu taka við leiðsluni í fyritøkuni - bæði innan ferðavinnu og flogferðslu. Men tað eydnaðist ikki.

22.000 fólk starvast hjá Thomas Cook. Av teimum eru 9.000 í Bretlandi. Fyritøkan samstarvar við 3.000 gistingarhús um allan heimin. Mett er, at ferðavinnufyritøkan, Thomas Cook, hevur 600.000 gestir á ferð í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227