Taka farm framum ferðafólk

Taka farm framum ferðafólk
Nógvur farmur er at flyta á Suðuroyarleiðini, og hann kemur framum ferðafólkini
Tá Prince fór av Krambatanga í gjárkvøldið, vóru nógv ferðafólk eftir á Krambatanga, tí pláss var ikki fyri teimum umborð
 
23.09.2019 - 08:00

Avloysaraskipið, Prince, fór av Krambatanga til Havnar klokkan sjey í morgun. Tá Prince fór av Krambatanga í gjárkvøldið, vóru nógv ferðafólk eftir á Krambatanga, tí pláss var ikki fyri teimum umborð.

Eingin eykatúrur varð sigldur í gjárkvøldið. Prince tekur 365 ferðafólk. Smyril tekur 990 ferðafólk hesa ársins tíð.

Nógvur farmur er at flyta á Suðuroyarleiðini, og hann kemur framum ferðafólkini. Ferðafólkatalið kundi verið 650, men so kann skipið flyta minni farm. 

Einki annað skip fekst

Strandfaraskip landsins avgjørdu at taka vinnulívið framum, tá tey 530 tonsini á dekkinum, sum Prince kann taka, skuldu býtast.

Ein onnur orsøk til ferðafólkatalið er tann, at Prince er ikki bygdur til at sigla á okkara leiðum. Tað er Smyril, siga Strandfaraskip landsins. 

Einki annað skip enn Prince fekst til at avloysa Smyril, sigur Strandferðslan eisini. Prince skuldi fara av Havnini í gjárkvøldið klokkan 20. Men klokkan var farin av 21, tá skipið fór.

Tá Smyril fór suður fríggjakvøldið, vóru nógv meira enn 365 ferðafólk við. Avbjóðingin hjá Prince er tí suður fríggjakvøld og norður sunnukvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650