Vilja læra av skúlanum á Løgmannabreyt

Vilja læra av skúlanum á Løgmannabreyt
Umsitingin mælir til, at Tórshavnar kommuna er meira varin at brúka byggiloysnir og tilfar, sum ikki er nóg væl roynt.
Skúlin við Løgmannabreyt
 
25.09.2019 - 14:40

Skúlin á Løgmannabreyt í Hoyvík hevur fingið umsitingina hjá Tórshavnar kommunu at umhugsa, hvussu slík bygging skal handfarast í framtíðini.

Byggingin í Hoyvík endaði í gerðarrætti í mars 2012. Tá kravdi Búsetur, sum bygdi skúlan, 12,7 milliónir krónur frá kommununi.

Størsta kravið 3,7 milliónir

Talan var um 18 rokningar. Í januar 2015 segði gerðarrætturin, at størsta kravið, sum var 3,7 milliónir krónur, var fyrnað.

Semja varð so gjørd í 2017 um góðar 4,6 milliónir krónur í eykakostnaði, pengar, sum Búsetur skal hava. Tann semjan skal endaliga góðkennast á býráðsfundinum í Havn í annaðkvøld.

Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur tikið samanum verkætlanina. Umsitingin sigur, at tilgongdin kundi verið betri, tí byggimálið endaði í drúgvari og kostnaðarmiklari sak. 

Útveggir leka og takið við

Útveggir leka og takið lekur. Møguliga gerst neyðugt at skifta allan klædningin, stendur í viðmerkingunum í dagsskránni fyri býráðsfundin í Havn í annaðkvøld.

Niðurstøðan hjá umsitingini er, at Tórshavnar kommuna í framtíðini eigur at vera nógv meira varin við at brúka projekteringarloysnir og byggitilfar, sum ikki er roynt nóg væl.

Kommunan eigur í størri mun at granska verkætlanir neyvt, og kommunan fer ikki at brúka takmembranar í framtíðini, er niðurstøðan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Undansending
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366