Oljubilar ikki við Prince

Oljubilar ikki við Prince
Enn ein avbjóðing hevur stungið seg upp við avloysaraskipinum á Suðuroyarleiðini
 
26.09.2019 - 12:20

– Manningin umborð á Prince vil ikki kennast við føroysku loyvini um flyting av vandamiklum farmi. Tískil sleppa tangabilar frá EFFO og Magn ikki um Suðuroyarfjørð við Prince.

Tað sigur Heri Norðberg, ferðslusamskipari hjá Strandfaraskipum Landins. Føroysku krøvini eru øðrvísi enn har skipið kom frá. Skiparin á Prince vil ikki slaka uppá krøvini.

Ein loysn á veg

Ein loysn hómast tó í havsbrúnni. Tey bæði oljufeløgini fara nú at heita á Smyril Line um at føra tangabilar um Suðuroyarfjørð, so brennievni í Suðuroynni ikki verður uppi áðrenn Smyril er aftur úr dokk.

Tá Strandferðslan gjørdi eftirlit vórðu tangabilar førdir við skipinum, sigur Heri Norðberg, men at teir høvdu eina serliga váttan um farmin framgekk ikki tíðliga av rakstinum, og tí kemur henda støðan óvart á.

Heri Norðberg hevur samskift við skiparan um málið, men skiparin heldur fast við lóggávuni har skipið er flaggað undir, tí kann tað fáa avleiðingar fyri skipið, um hetta ikki verður gjørt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776