Ósemja elvdi til sorgarleik

Ósemja elvdi til sorgarleik
Tveir italskir herovastar eru skuldsettir fyri óviljað manndráp eftir at eitt fiskiskip við flóttafólkum úr Libya fórst í 2013
 
29.09.2019 - 13:05

Teir báðir menninir stóðu á odda umborð á einum sjóverjuskipi í Miðalhavinum og fyri sjálvari sjóverjuni.

Teir eru skuldsettir fyri ikki at hava tikið fleiri ávaringar í álvara, áðrenn skipið fórst. Minst 260 fólk druknaðu av teimum 480 fólkunum, sum vóru umborð á skipinum.

240 fólk komu ikki afturíaftur

Myndugleikarnir á Malta søgdu seg ikki hava ábyrgdina av libyska skipinum, tí tað var statt bara 60 fjórðingar úr italsku oynni, Lamedusa, og eitt italskt sjóverjuskip var bara 45 minuttir frá libyska skipinum.

Meðan myndugleikarnir í Italia og á Malta ikki kundu semjast um, hvør skuldi hjálpa skipinum, sakk skipið. 26 deyð vórðu funnin, men 240 fólk komu ikki afturíaftur, teirra millum vóru 60 børn.

Eina viku frammanundan druknaðu minst 360 fólk útfyri Lampedusa. Tann hendingin fekk nógva umrøðu, bæði í italskum og altjóða miðlum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952