430.000 bileigarar stevna Volkswagen

430.000 bileigarar stevna Volkswagen
Í dag byrjar rættarmálið um diesel-gøluna, sum hon verður nevnd, í Volkswagen
Meira enn 430.000 fólk hava stevnt týsku bilverksmiðjuni Volkswagen. Tey krevja endurgjald frá Volkswagen eftir svik við útláti, sum varð avdúkað í 2015
 
30.09.2019 - 09:36

Meira enn 430.000 persónar hava stevnt týsku bilverksmiðjuni Volkswagen, skrivar týska tíðindastovan, DPA.

Ein brúkarafelagsskapur hevur stevnt fyri mongu saksøkjararnar, sum krevja endurgjald frá Volkswagen, eftir at svikið við útlátinum frá dieselbilunum varð avdúkað í 2015.

Stórt og fløkt mál

Brúkarafelagsskapurin, Vzbv, sigur, at Volkswagen elvdi teimum, sum keyptu bilar, skaða, tí bilverksmiðjan setti ritbúnað, software, í nýggju bilarnar.

Ritbúnaðurin vísti, at bilarnir dálkaðu nógv minni, enn teir í veruleikanum gjørdu. Advokaturin hjá Volkswagen vísir øllum aftur. 

Fáa tey, sum hava stevnt, viðhald, noyðast tey hvør í sínum lagi at seta krøv móti bilframleiðaranum. Málið er stórt og fløkt, og Volkswagen væntar ikki, at dómur fellur fyrr enn í fyrsta lagi í 2023. 

Hava viðgingið svik

Síðani kann ganga eitt ár aftrat at viðgera einstøku krøvini, og tá er marknaðarvirðið á bilunum fallið so nógv, at bíligasta loysnin er at keypa bilarnar aftur, skrivar DPA. 

Vzbv hevur sagt, at felagsskapurin er til reiðar gera semju við Volkswagen til tess at sleppa undan einum drúgvum rættarmáli. Volkswagen hevur viðgingið at hava svikað við útláti í 11 milliónum bilum i øllum heiminum. 

Dieselgate-gølan, sum hon verður nevnd, hevur higartil kostað kendu týsku bilfyritøkuni meira enn 30 millardir evrur, ella 224 milliardir krónur í okkara peningi, í bótum, endurgjaldi og løgfrøðiligum útreiðslum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325