- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atsókn á finskum skúla: Ein dripin, fleiri særd
Atsókn á finskum skúla: Ein dripin, fleiri særd
Ein atsókn var á einum yrkisskúla í finska býnum Kuopio á døgurða

Ein atsókn á einum yrkisskúla í finska býnum, Kuopio, hevur higartil kravt eitt lív
Mynd: YLE
01.10.2019 - 12:39
Eitt fólk hevur latið lív og níggju onnur eru særd í einari atsókn í einum yrkisskúla í finska býnum, Kuopio, skrivar finska kringvarpið, YLE.
Eitt fólk er handtikið, og tey særdu eru koyrd á sjúkrahúsið í býnum, upplýsir løgreglan. Boðini um atsóknina komu klokkan 11:50 okkara tíð.
Økið, har skúlin er, er í løtuni avbyrgt. Atsóknin varð framd á einum yrkisskúla, ið er sambygdur við eina keypsmiðstøð í finska býnum, Kuopio.
Vitni siga, sambært Hufvudsstadsbladet, at gerningsmaðurin hevði svørð við sær inn á skúlan. Løgreglan váttar, at hon loysti skot av undir atsóknini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























