Brexit verður kanska útsett

Brexit verður kanska útsett
Stjórnin í Bretland fer at biðja um longda freist til Brexit, um eingin avtala við ES er komin í lag innan tvær vikur
Stjórnin í Bretland fer at biðja um longda freist til brexit, um eingin avtala við ES er komin í lag innan tvær vikur
 
05.10.2019 - 11:42

Stjórnin í Bretland fer at biðja um longda freist til Brexit, um eingin avtala við ES er komin í lag innan 19. oktober. Tað sigur BBC, sum hevur fingið skjøl við upplýsingum um tað.

Skjølini, sum BBC vísir til, eru latin skotskum dómstóli, har mótstøðufólk móti Brexit royna at noyða bretska forsætisráðharran, Boris Johnson, til at fylgja eini lóg, sum forðar fyri brexit við ongari avtalu, uttan at parlamentið hevur góðkent tað.

Í skjølunum stendur, at Johnson hevur góðtikið, at hann kann verða noyddur at senda ES bræv við umbøn um longda freist, skrivar Reuters. 

Freistin kann leingjast

Boris Johnson, forsætisráðharri, hevur fyrr lovað, at Bretland fer úr ES 31. oktober - við ella við ongari avtalu.

Í september varð tó ein lóg samtykt í bretska parlamentinum, sum áleggur bretsku stjórnini at biðja ES um longda freist til Brexit, um ikki fleiri fortreytir eru hildnar.

Høvuðskravið er, at parlamentið í seinasta lagi 19. oktober skal hava góðkenda avtalu við ES, ella alternativt hava givið greið tekin um at fara úr ES við ongari avtalu. Um ikki, skal Boris Johnson biðja um longda freist.

Írski forsætisráðharrin finst at Boris Johnson

Írski forsætisráðharrin, Leo Varadkar, hevur sagt, at hann vil umhugsa longda freist, um Bretland sendir sær fyrispurning um tað. Hann heldur, at longd freist er betri enn at Bretland fer úr ES við ongari avtalu. 

Írski forsætisráðharrin hevur verið nógv frammi síðani spurningurin um írska markið gjørdist eitt av høvuðsmálunum í samráðingunum um Brexit. 

Leo Varadkar fanst hósdagin at avtalu-ætlanini hjá Borisi Johnson, tí hon ikki nóg greitt lýsir írska markið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204