Metnógv metangass í Arktis

Metnógv metangass í Arktis
Ein granskarabólkur hevur staðfest, at metnógv metangass kemur úr eystursibiriska havinum
Vísindafólk hava staðfest, at upp í níggju ferðir meira metangass var í eystursibiriska havinum sammett við miðal altjóða
Mynd: Pixabay  
 
08.10.2019 - 08:42

Tað stendur í fráboðan frá Polytekniska Universitetinum í Tomsk, sum hevur verið rannsóknarferð har.

The Moscow Times skrivar, at vísindafólkini staðfestu, at upp í níggju ferðir meira metangass var har, sammett við miðal altjóða. 

– Hetta er sterkasta gasskeldan, sum eg nakrantíð havi sæð, sigur Igor Semiletov, professari, sum er oddamaður á rannsóknarferðini.

Metan størri árin enn CO2

– Eingin hevur nakrantíð staðfest slík úrslit sum hesi, sigur Igor Semiletov við Moscow Times.

Nærum 80 granskarar úr Russlandi, Kina og Svøríki hava granskað metangassið, sum lekur upp úr eystursibiriska havinum, og útlátið er so ógvusligt, at tað sæst bløðra í sjónum við berum eygum, siga granskararnir.

Metangass er m.a. vanliga bundið á havbotninum í Arktis, men hitnar havbotnurin, so loysist gassið og fer út í atmosferuna. Metangass hevur størri vakstrarhúsárin enn CO2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576