Carrie Lam fekk ikki frið at halda talu í tinginum

Carrie Lam fekk ikki frið at halda talu í tinginum
Politiski leiðarin í Hongkong, Carrie Lam, noyddist at slíta tingfundin, tí parlamentislimir róptu og vístu fram plakatir við slagorðum á
 
16.10.2019 - 13:06

Tað skrivar BBC.

Fundarslitið merkir m.a., at uppskotið um at fáa avtalu við Kina um at útflýggja borgarar í Hongkong til rættarsókn í Kina, formelt ikki kann takast aftur. Hetta er fyrsti fundur í lóggávutinginum síðani mótmælisfólk í julimánaði tóku seg inn í bygningin. 

Tingið varð sent til hús í juli, men mótmælini hava hildið fram uttan íhald. 

Tá Carrie Lam fór á røðarapallin í morgun, vístu fleiri tjóðartingslimir plakatir við slagorðinum, "Fimm krøv - ikki minni."

Síðani mótmælini byrjaðu í juni í ár eru krøvini víðkað frá at taka aftur uppskotið um at útflýggja borgarar til Kina til fimma høvuðskrøv, - millum annað atkvøðurætt. Politikarar hava heitt á Carrie Lam um at leggja frá sær, men hon hevur ikki latið við seg koma. 

Í dag skuldi hon endurreisa álitið, og leggja fram ætlaninar fyri bústaðarøkið. Hon helt tó taluna aðrastaðni í parlamentinum. Talan var tikin upp á video og send í sjónvarpi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576