Russland ávarar um IS

Russland ávarar um IS
Verjumálaráðharrin í Russlandi rópar varskó, tí fleiri fongsul í Sýria standa við ongum varðhaldi eftir turkisku innrásina
Mynd: AP  
 
22.10.2019 - 09:06

Russiski verjumálaráðharrin, Sergei Shoigu, sigur, at 12 fongsul í Sýria, har IS-hermenn eru fongslaðir, standa við ongum varðhaldi, orsakað av hernaðarligu turkisku innrásini í Sýria.

Verjumálaráðharrin ávarar um støðuna í Norðursýria, og sigur, at fleiri IS-hermenn kunnu vera á veg aftur til heimland sítt.

Kurdiskar deildir tikið seg aftur

Sergei Shoigu sigur,  at tilsamans 12 sýrisk fongsul og átta flóttafólkalegur nú standa við ongum varðhaldi eftir turkisku innrásina.

Kurdiskar uppreistrardeildir hava leingi verið fremsti sameindi hjá USA í stríðnum móti IS, til amerikanar fóru úr økinum fyrr í hesum mánaðinum.

Eftir at Turkaland fór við herinum inn í Norðursýria 9. oktober, hava kurdiskar deildir verið noyddar at taka seg aftur, og sum avleiðing av tí hava kurdar boðað frá, at teir ikki longur raðfesta stríðið móti IS.

Óvardu fongslini ein "avbjóðing"

Í dag, sama dag, sum vápnahvíldin í Norðursýria fer úr gildi, fer turkiski forsætisráðharrin, Recep Erdogan, til Stosji í Russlandi, har hann skal hitta russiska forsetan, Vladimir Putin.

Óvardu fongslini er ein av mongu avbjóðingunum hjá Erdogan.

– Vit fara at viðgerða henda spurningin við Putin, og síðani taka vit neyðugu stigini, segði Erdogan, sambært tíðindastovuni hjá Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655