Turkaland og Russland halda vakt saman

Turkaland og Russland halda vakt saman
Fólk úr báðum londum skulu hava eftirlit á markinum í landnyrðingspartinum í Sýria saman við sýriskum hermonnum
Sýriskar herdeildir við einum flaggi við eina eftirlitsstøð í Tal Tamr, har norðuri í Sýria, í gjár, týsdagin 22. oktober
 
23.10.2019 - 08:55

Hóast freistin fyri vápnahvíldini er farin, hevur Turkaland ongar ætlanir um at gera nýggja innrás í Sýra. Tað uplýsir turkiski verjumálaráðharrin fyri tíðindastovuni, AFP.

9. oktober gjørdi Turkaland innrás har norðuri í Sýria, har kurdar halda til. Turkaland sigur, at kurdarnir eru yvirgangsmenn. Hósdagin varð vápnahvíld lýst at galda í fimm samdøgur.

 >> SÍ EISINI Havnar uppskoti um vápnahvíld

Turkaland setti sum treyt fyri vápnahvíldini, at kurdiski herurin tók seg aftur úr einum trygdargeira, sum Turkaland hevur skipað fram við markinum, í seinasta lagi í gjárkvøldið.

Kurdisku hermenninir siga, at teir hava hildið treytirnar í vápnahvildini, og hava tikið seg aftur. Og í nátt boðaði turkiski verjumálaráðharrin frá, at ongar ætlanir eru at gera nýggja innrás í Sýria. 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, og turkiski forsetin, Erdogan, hava avtalað, at herfólk úr báðum londum skulu hava eftirlit á markinum í landnyrðingspartinum av Sýria saman við sýriskum hermonnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860