Brexit útsett

Brexit útsett
Freistin hjá Bretlandi, at fara úr ES, verður longd. Tað samdust hini 27 ES-londini um á fundi í Brússel í gjárkvøldið
Bretland fer ikki úr ES 31. oktober, sum ætlanin hevur verið. ES-londini eru samd um at leingja freistina
 
24.10.2019 - 08:12

Hvussu nógv freistin verður longd, er ikki ásett, siga keldur í Brússel. Tí tykist verða greitt, at Bretland fer ikki úr ES um eina viku, sum ætlanin annars hevur verið.

Keldur í Brússel siga, at tað fer at taka langa tíð at samtykkja tær lógir, sum skulu koma í gildi í Bretlandi, tá landið fer úr ES. Tí er ikki óhugsandi at freistin hjá Bretlandi verður longd í fleiri mánaðir.

Forsetin í ES, Donald Tusk, hevur mælt til, at freistin hjá Bretlandi, at fara úr ES, verður longd til 31. januar næsta ár. Tey 27 ES-londini fara væntandi at taka endaliga avgerð til at leingja freistina á fundi í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227