Iran ríkar nú uran

Iran ríkar nú uran
Iran tekur enn eitt stig burtur frá kjarnorkuavtaluni frá 2015 um, at landið ikki skal menna kjarnorkuvápn
Iranski forsetin, Hassan Rouhani, sigur, at Iran nú er farið undir aftur at ríka uran undir jørð í Fordow í fjøllunum sunnan fyri Teheran
Mynd: AP  
 
07.11.2019 - 11:37

Iranski forsetin, Hassan Rouhani, sigur, at Iran nú er farið undir aftur at ríka uran undir jørð í Fordow í fjøllunum sunnan fyri Teheran.

Tað er enn eitt stig burtur frá kjarnorkuavtaluni frá 2015 um, at Iran ikki skal menna kjarnorkuvápn.

Handilstiltøkini móti Iran skuldu strikast

Endamálið við avtaluni var at fáa Iran til at avmarka uranframleiðsluna, og afturfyri skuldi altjóða handilstiltøkini móti Iran strikast.

Men í fjør fór USA úr kjarorkuavtaluni, og handilstiltøkini móti Iran eru nú aftur herd.

– Iran er framvegis til reiðar at halda allar sínar skyldur í avtaluni, so skjótt sum aðrir partar gera tað, segði iranski forsetin, Hassan Rouhani, í talu, sum varð send beinleiðis í iranskum sjónvarpi í gjár.

Hini londini halda avtaluna

Ætlanin við altjóða kjarnorkuavtaluni frá 2015 var at fáa betri gjøgnumskygni í iransku kjarnorkuætlanunum, og at forða Iran í at menna kjarnuvápn.

Aftur fyri skuldu tiltøkini mót landinum setast úr gildi. Iran hevur víst aftur, at tað er í ferð við at útvinna kjarnuvápn, og sigur, at kjarnorkuætlanin er ætlað til friðarlig endamál.

Hóast USA fór úr avtaluni, halda Bretland, Frakland, Týskland, ES og Russland framvegis avtaluna.

Eitt eftirlitsfólk handtikið

Nú ljóðar, at Iran hevur tikið eitt av eftirlitsfólkunum hjá altjóða kjarnorkustovninum, IAEA, tí viðkomandi hevði tilfar hjá sær, sum myndugleikunum í Iran ikki dámdi.

Eftir kjarnorkuavtaluni kann altjóða kjarnorkustovnurin hava millum 130 og 150 eftirlitsfólk í landinum samstundis.

Hvørki sendimaðurin hjá Iran í ST, ella altjóða kjarnorkustovnurin vilja gera viðmerkingar til handtøkuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576