Vilja hava aðalverkfall í Hong Kong

Vilja hava aðalverkfall í Hong Kong
23 vikuskifti hava higartil verið merkt av stórum - og onkuntíð - harðligum mótmælum og kravgongum. Nú eru ætlanir um at herða tiltøkini
 
09.11.2019 - 09:44

Borgarar í Hong kong  krevja, at demokratiskar broytingar verða gjørdar í fyrrverandi bretska hjálandaøkinum, sum nú er undir kinesiskum ræði.

Reuters skrivar, at mótmælisfólk royna at fáa aðalverkfall sett í verk í Hong Kong mánadagin, eins og stór mótmælistiltøk standa á skránni hetta vikuskiftið.

Somuleiðis eru ætlanir um at fáa borgarar at seta forðingar fyri almennu ferðsluni - hetta seinasta hava tey roynt áður, tó til fánýtis.

Tiltak í dag útsett

Ætlanin var at hava stórt tiltak í dag, nú 30 ár eru liðin, síðani Berlinmúrurin fall, men hetta tiltakið er útsett.

Í gjár lat ein stundentur lív á einum sjúkrahúsi eftir at hann datt mánadagin undir einum av mótmælistiltøkunum, og eygleiðarar vænta, at hetta fer at festa í vreiðina móti løgregluni, sum er fyri stórum atfinningum fyri at vera óneyðuga harðlig.

Afturvenddandi mótmælistiltøkini í Hong Kong og krøvini um demokratiskar broytingar er ringasta politiska kreppa har í áratíggjur.

Leggja vestanlond undir at øsa fólkið

Tað eru fyri stóran part studentar og ung fólk, sum standa á odda fyri teimum fleiri hundraðtúsundtals borgarunum, sum hesi seinastu mongu vikuskiftini hava tikið lut í almennu kravtiltøkunum um at fáa demokratiskar nýskipanir í Hong Kong.

Rueters skrivar, at Kina leggur vestanlond undir at øsa fólkið í Hong Kong og skapa ófriðin har. Síðani juni eru dømi um, at fólk hava tveitt bensinbumbur og framt oyðileggingar á bankar, handlar og tokstøðir.

Løgreglan hevur skotið við gummikúlum, brúkt táragass og vatnkanónir - og hevur eisini skotið við skørpum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576