Fyrstu avhoyringarnar í møguligum ríkisrættarmáli

Fyrstu avhoyringarnar í møguligum ríkisrættarmáli
Í dag byrja avhoyringarnar, sum kunnu hava við sær, at amerikanski forsetin, Donald Trump, kemur fyri ein ríkisrætt
Nú byrja avhoyringarnar, ið kunnu føra við sær eitt ríkisrættarmál ímóti amerikanska forsetanum, Donald Trump
 
13.11.2019 - 09:01

Málið byrjaði í juli, tá amerikanski forsetin, Donald Trump, tosaði við forsetan í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj.

Tá skal hann hava roynt at fáa ukrainska forsetan til at kanna tættasta mótstøðumannin, demokratin, Joe Biden, tí sonur hansara var nevndarlimur í ukrainska orkufelagnum, Burisma Holdings, frá 2014 og til í ár.

Demokratarnir vilja vera við, at Trump á tann hátt setti síni egnu áhugamál yvir tey hjá samfelagnum, og tað fekk ein fregnartænastuleiðara til at boða frá, umvegis eina sonevnda whistleblowaraskipan.

Fyrrverandi diplomatur avhoyrast (umaftur)

Demokratarnir hava gjørt av at kanna málið nærri, og at reisa ríkisrættarmál ímóti Trump. Tí byrja avhoyringarnar í dag.

Fyrrverandi diplomaturin í Ukraina, William Taylor, varð avhoyrdur í kongressini í oktober, men tað var fyri læstum hurðum. Hann verður aftur avhoyrdur í dag, men nú kann almenningurin fylgja við.

Mett verður, at William Taylor hevur stóran týdning í málinum, tí hann hevur verið í almennari tænastu í 50 ár, og hevur verið sendiharri í Ukraina.

Fleiri avhoyringar komandi dagarnar

Ein annar royndur diplomatur, sum eisini skal avhoyrast í dag, er George Kent. Hann er eisini avhoyrdur fyrr, men nú verður avhoyringin almenn.

Hann hevur arbeitt í uttanríkistænastuni síðani í 1992, og hevur verið millum annað í Póllandi og Thailandi. Hann starvast nú í amerikanska uttanríkisráðnum, sum millum annað serfrøðingur í ukrainskum viðurskiftum.

Komandi dagarnar verða fleiri onnur avhoyrd, millum annað fyrrverandi sendiharrin í Ukraina, Marie Jovanovitj, sum var sendiharri frá 2016 til í ár, tá hon kom heim fyri tíð. Hon skal avhoyrast fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576