Vápnahvíld í Miðeystri, sigur Jihad

Vápnahvíld í Miðeystri, sigur Jihad
Bólkurin Jihad, Islamskt heilgt kríggj, sigur, at avtala um vápnahvíld er gjørd við Ísrael eftir tveir dagar við hørðum samanbrestum
Islamskt heilagt kríggj og Ísrael hava gjørt avtalu um vápnahvíld, siga keldur
Mynd: AP  
 
14.11.2019 - 08:07

Egyptaland hevur verið semingsfólk millum partarnar fyri at fáa enda á hørðu samanbrestunum millum Ísrael og palestinska bólkin, Islamskt heilagt kríggj, skrivar AP-tíðindastovan.

Talsmaðurin fyri Islamskt heilagt krígg, Musab al-Berim, sigur, at avtalan um vápnahvíld kom í gildi klokkan 5:30 lokala tíð í morgun. Hann sigur, fleiri krøv vórðu sett til Ísrael í avtaluni.

Eitt krav er, at Ísrael ikki skal fremja fleiri málrættað álop móti leiðarum fyri bólkinum. Ísrael hevur enn ikki váttað avtaluna um vápnahvíld.

Trý krøv til Ísrael

Eitt annað krav, sum skal vera gingið á møti, er, at Ísrael skal gevast við atsóknum móti mótmælisfólkum í Gasageiranum, skrivar ísraelska blaðið, Haaretz. 

Ísrael skal hinvegin hava kravt, at Jihad skal gevast við at skjóta rakettir úr Gasa.

Ziyad al-Nakhalah í Jihad segði við libansku sjónvarpsrásina, Al-Myadeen TV, í gjárkvøldið, at tey høvdu trý krøv til Ísrael fyri at talan skuldi vera um vápnahvíld.

Nýtt álop í morgun

Í morgun er friðarligt í Gasageiranum, skrivar Haaretz, men hóast vápnahvíld er, eru fleiri skúlar stongdir.

Stutt áðrenn avtalan kom í gildi í morgun, lupu ísraelskar luftdeildir á í Gasa, har seks sivilfólk lótu lív, siga íbúgvar í økinum.

Ísraelska deildir hava enn einki sagt um álopið í Deir al-Balah. Higartil eru 32 palestinar dripnir í ísraelskum álopum, triðingurin er sivlifólk.

Palestinar skotið 360 rakettir úr Gasa

Hørðu samanbrestirnir millum Jihad og Ísrael brustu á týsdagin, eftir at ein av leiðarunum í Jihad, Bahaa Abu el-Atta, varð dripin í ísraelskum álopi. 

Ísrael bumbaði eisini húsini hjá einum øðrum leiðara í palestinska bólkinum í Damaskus. Palestinar hava úr Gasa skotið 360 rakettir síðani el-Atta varð dripini, sigur ísraelski herurin.

Flestu rakettirnar vórðu steðgaðar av rakettverjuni hjá Ísrael. Men kortini vórðu nøkur hús og motorvegur rakt, men eingin hevur latið lív ísraelsku megin, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Mikudag 15. apríl
Skratsj 15 apríl 2026
207096
Mikudag 15. apríl
Soleiðis kemur tú úr tankameldri
207083
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066