Nógv meira í skatti

Nógv meira í skatti
Kommunurnar hava fingið næstan líka so nógv í skatti til 1. desember í ár enn tær fingu alt árið 2018
Allar kommunur uttan Fámjins kommuna hava fingið fleiri pengar inn í kommunuskatti í ár
 
05.12.2019 - 12:53

Til 1. desember í ár fingu kommunurnar góðar 137,5 milliónir krónur meira í skatti enn til 1. desember í fjør. Talan er um 8,14 prosent.

Í desember í fjør fingu kommunurnar 178,4 milliónir krónur í fyribilsstatti. Til 1. desember í ár fingu kommunurnar góða eina milliard og 820 milliónir krónur í sín part av skattinum.

Allar kommunur uttan Fámjins kommuna hava fingið fleiri pengar í ár. Hjá helvtini er hækkingin meira enn tíggju prosent.

Meira eisini farið í landskassan

Fámjins kommuna fekk 80.000 krónur minni í skatti til 1. desember í ár enn til 1. desember í fjør. Talið er ikki stórt, men talan er tó um 3,4 prosent.

Meira er eisini farið í landskassan. Hann fekk góðar 138,5 milliónir krónur meira til 1. desember í fjør.

Kirkjuskatturin er eisini størri til 1. desember í ár. Har er munurin 9,3 milliónir krónur, næstan 20 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776