Heimurin kann fáa eina tjóð afturat

Heimurin kann fáa eina tjóð afturat
Talið av tjóðum í heiminum kann vaksa upp í 196. Fólk í kyrrahavsoynni, Bougainville, vilja hava loysing frá Papua Ný Guinea
Fólk í Bougainville hava verið á vali, har tey hava tikið støðu til um tey skulu loysa frá Papua Ný Guinea
Mynd: AP  
 
11.12.2019 - 17:48

Tað vísti úrslitið av fólkaatkvøðuni í Bougainville. Stórur meiriluti tekur undir við kravinum um, at loysa frá Papua Ný Guinea og at gerast sjálvstøðug tjóð.

Fólkaatkvøðan í Papua Ný Guinea er ikki binandi, og parlamentið í Papua Ný Guinea skal góðkenna loysingina áðrenn.

98 prosent atkvøddu fyri loysing

Forsætisráðharrin í Papua Ný Guinea, James Marape, hevur higartil, sambært AP-tíðindastovuni, ikki viðmerkt fólkaatkvøðuna.

Valluttøkan er góð 85 prosent, og fólkaatkvøðan var í 14 dagar. Leiðarin fyri valnevndini, Bertie Ahern, hevur kunngjørt, at 98 prosent av teimum, sum vóru á vali, atkvøddu fyri loysing.

Bougainville er oyggjabólkur millum Ný Guinea og Salomon-oyggjarnar. Økið er slakar 10.000 ferkilometrar til støddar, og 230.000 fólk búgva har, talan er um fleiri fólkabólkar, sum tosa hvør sítt mál.

Samdust um vápnahvíld í 2000

Eftir 10 ár við ófriði, har loysingarrørslan stríddist móti stjórnini í landinum, fekk Bougainville í 2005 heimastýri frá Papua Ný Guinea. 15.000 fólk lótu lív í samanbrestunum.

Í 2000 samdust partarnir um vápnahvíld. Orsøkin til stríðið varð millum annað stóra kopartilfeingið í Bougainville, íbúgvar hildu, at fólkið í oynni ikki fekk ágóðan av tilfeinginum.

Koparnámið í Panguna-økinum lat aftur orsakað av stríðnum, men nú vóna loysingarfólkini, at tað kann gerast grundarlagið fyri búskapinum í einum sjálvstøðugum stati.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652