Gongst illa at semjast um veðurlagið

Gongst illa at semjast um veðurlagið
Ráðstevnan í Madrid skuldi endað í gjár, men roynt verður framvegis at finna eina semju
 
14.12.2019 - 14:53

Einki røkist fyri, at nøkur semja fæst á ST-veðurlagsráðstevnuni í Madrid.

Ráðharrar úr nógvum av heimsins londum hava verið í spanska høvuðsstaðnum í 14 dagar, og ætlanin var, at ráðstevnan skuldi endað í gjár, men hon hevur hildið fram í dag. 

Og roynt verður framvegis at finna eina semju. 

Vilja hava fleiri pengar

Tíðindamenn á ráðstevnuni siga, at fátæk lond vilja hava fleiri pengar, tí veðurlagsbroytingarnar raka tey so meint.

Og orsøkin er fyrst og fremst vakstrarhúsgass frá ríku ídnaðarlondunum. 

Ein annar spurningur snýr seg um at keypa og selja CO2-kvotur. 

Skipanin setur mark fyri, hvussu stórt útlátið av CO2 kann verða. Men londini hava møguleika at handla við sínum kvotum. 

Tað ber í sær, at fátøku londini kunnu selja sínar kvotur og forvinna pening, meðan ríku londini kunu keypa kvotur, og tí ikki hava fyri neyðini at minka útlátið hjá sær sjálvum.

Útlátið veksur

Hóast heimsins leiðarar í 2015 gjørdu eina heimsumfatandi avtalu í París, veksur útlátið av vakstrarhúsgassi framvegis 1,5 prosent um árið.

Í 2017 var útlátið tilsamans 53,5 gigatons, í fjør vaks tað upp í góð 55 gigatons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112