Hoyvíkssáttmálin heldur fram

Hoyvíkssáttmálin heldur fram
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, hevur latið løgtinginum eitt uppskot til samtyktar, um at Hoyvíkssáttmalin skal halda fram
 
17.12.2019 - 12:15

Løgtingið samtykti hesa tíðina í fjør at siga Hoyvíkssáttmálan upp, tí løgtingið hevði samtykt, at øll útlendsk feløg skuldu úr føroysku fiskivinnuni eftir nøkrum árum.

Í heyst hava samráðingar verið millum londini um sáttmálan, og eftir ráðførslu í Uttanlandsnevndini, gjørdi ein stórur partur av nevndini av at heita á landsstýrismannin um at ógilda uppsøgnina av Hoyvíkssáttmálanum. 

Fleiri broytingar gjørdar

Tveir av limunum í Uttanlandsnevndini vildu hava landsstýrismannin at gera onkrar broytingar gjørdar fyrst, og tær eru gjørdar, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

– Fleiri broytingar verða gjørdar í sáttmálanum, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Uppskot til samtyktar skulu bara hava tvær viðgerðir í løgtinginum. Tí roknar landsstýrismaðurin við, at løgtingið avgreiðir uppskotið, áðrenn tað fer í jólafrí, so Hoyvíkssáttmálin kann halda fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542