Ivasamt við áliti um sjófeingi

Ivasamt við áliti um sjófeingi
Andstøðan kemur helst við sínum egna áliti, og samgongan við sínum
Vinnunevndin fór á fund klokkan 11 at umrøða lógina um sjófeingi
 
17.12.2019 - 12:11

Vinnunevndin fór á fund klokkan 11 at viðgera lógina um sjófeingi. Nú verður umrøtt, hvat samgongan og andstøðan í nevndini kunnu vera felags um í einum áliti.

Mest sannlíkt er, at andstøðan, sum hevur meirilutan í Vinnunevndini, kemur við sínum egna áliti, og at samgongan, sum hevur minnilutan í Vinnunevndini, kemur við sínum.

Fleiri ógreið viðurskifti

Johan Dahl, nevndarlimur og partur av samgonguni, fýlist á tíðina, sum nevndin hevur at viðgera hetta stórmál.

– Tað er nógv eftir at fáa greiði á. Tað er ikki bara sjálv lógin um sjófeingi, sum arbeiðið í Vinnunevndini snýr seg um. Tað eru fleiri onnur ógreið viðurskifti, sigur Johan Dahl, næstformaður í Vinnunevndini.

Eingi álit vórðu løgd fram á tingfundinum, sum varð settur klokkan 11, og tingdundurin varð tí niðurlagdur til klokkan 15 seinnapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672