Samtykt: Samgongan stóð saman um sjófeingislógina

Samtykt: Samgongan stóð saman um sjófeingislógina
Tađ eydnaðist samgonguni at varðveita 17-15 meiriluta fyri sjófeingislógini eftir maratondag í tinginum
Jacob Vestergaard fer væntandi at slaka til 3. viðgerð í spurninginum um útlendskan eigaraskap
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.12.2019 - 21:37

Lógin um sjófeingi var samtykt klokkan 21:40 av samgongumeirilutanum. Tvey broytingaruppskot, eitt frá andstøðuni og eitt frá Høgna Hoydal, Akseli V. Johannesen og Bjarna K. Petersen fullu, áðrenn sjálvt uppskotið var samtykt við tí broytingini, sum samgongulimirnir í Vinnunevndini mæltu til, tað vil siga at uppboðssølan var strikað.

Maratonfundur

Tingfundurin varð settur klokkan 10 í morgun, og kjakast hevur verið um hetta mál allan dag. Klokkan 16 var mótmælistiltak uttan fyri og leingi hevur ljóðað innan fyri, at fleiri samgongutinglimir vildu hava broytingar í lógina.

Broytingarnar loyva í høvuðsheitum útlendingum aftur at eiga í fiskivinnuni, ger loyvini umsetilig, strikar uppboðssøluna í gomlu lógini, leingir loyvini úr átta árum upp í 12 ár og ásetur ein skatt av sølu. Hendan seinasta broytingin skal tó gerast í skattalógini og verður væntandi ikki gjørd fyrr enn í mars komandi ár.

17 atkvøddu fyri og 15 ímóti uppskotinum.      Mynd Heini Gaard

Andstøðuuppskot fullu

Andstøðuflokkarnir hava stríðst ímóti lógarbroytingini. Andstøðan heldur, at talan er um eina privatisering av fiskatilfeinginum. Tað eydnaðist tó ikki andstøðuni at sannføra nakran av samgongutinglimunum.

Nú er bara triðja viðgerð eftir. Væntandi verður onkur broyting gjørd í lógini til triðju viðgerð, sum samgongutinglimir hava fingið lovað. Broytingin fer væntandi at avmarka møguleikan hjá útlendingum at keypa og eiga í føroysku fiskivinnuni. Júst hvussu, er ikki greitt enn. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425