Heini metir um spentu støðuna í Miðeystri

Heini metir um spentu støðuna í Miðeystri
Iran hevur svorið hevnd yvir USA, sum drap ein iranskan herovasta í nátt
Heini í Skorini er serkønur í altjóða politikki
 
03.01.2020 - 15:18

Støðan millum Iran og USA er vorðin sera spent, eftir at amerikanarar í nátt drupu ein iranskan herovasta, meðan hann var staddur í Irak. 

Iran hevur svorið hevnd, og samstundis verður stúrt fyri, at spenta støðan kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri USA og alt Miðeystur.

Tá fríggjadagsbøn var í iranska høvuðsstaðnum Teheran í dag, róptu túsundtals fólk "Deyði yvir Amerika, " og tey kravdu, at Iran hevnir USA fyri at hava dripið iranska herovastan, Qassem Soleimani.

Heini í Skorini er ph.d í altjóða politikki, og í kvøld fer hann at meta um støðuna, tá hann verður gestur í Degi og Viku.

BBC gjørdi í fjør eina dokumentarsending um Qassem Soleimani, sum á donskum hevur fingið heitið "Skyggegeneralen."

Sendingin kann síggjast her

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891