- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politiskur hátíðardagur: Løgtingið kemur saman og landsstýrið tilnevnt

Lív kemur í aftur politisku skipanina í dag.
Sambært grein níggju í stýrisskipanarlógini kemur nývalda løgtingið saman til fundar klokkan 10 tólvta yrkadagin eftir valdagin, og dagurin í dag er 12. yrkadagurin síðan valdagin.
Sum siður er, verður tað elsta tingfólk, sum setur tingið, og er tað Jenis av Rana í Miðflokkinum, sum fær tann heiðurin. Hann er 73 ár.
Valúrslitið góðkennast
Fyrsta punkt á skránni á fundinum í dag er góðkenning av valbrøvum og av valúrslitinum.
Tá tað er avgreitt skulu nývaldu løgtingsfólkini leggja frá sær øll álitisstørv í nevndum, ráðum og øðrum, sum eru undir eftirliti landsstýrisins ella, sum landsstýrið hevur skipað hann í, tó undantikin beinleiðis fólkavald umboð.
Jenis av Rana, ið er elsta tingfólk, setur løgtingið, sum siður er (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Eftir tað skal nýggjur løgtingsformaður veljast og tríggir næstformenn tilnevnast.
Seinasta punktið á tingfundinum í dag er framløga av uppskoti um løgmansevni, har nýggja samgongan fer at skjóta upp at velja Beinir Johannesen, formann Fólkafloksins.
Fyrstu ferð valdur í 2019
Beinir Johannesen, sum varð valdur á ting í 2019, gjørdist formaður í Fólkaflokkinum í mars 2022.
Fyrstu setuna var hann næstformaður í Mentanarnevndini, hann var eitt skifti limur í Uttanlandsnevndini og so var hann limur í vinnunevndini.
Seinasta valskeið var hann næstformaður í Fíggjarnevndini og varalimur í Uttanlandsnevndini, eins og hann var tingbólkaformaður.
Móttøka úti í Tinganesi
Fýra tímar eftir, at fyrsti tingfundurin er settur í hesum valskeiðinum, hevur nýggi løgmaður Føroya, Beinir Johannesen, móttøku í Tinganesi í sambandi við, at nýggja samgongan tekur við valdinum og nýggj landsstýrisfólk verða tilnevnd.
Kringvarpið sendir beinleiðis frá móttøkuni í Tinganes klokkan 13, bæði í sjónvarpinum og útvarpinum, og so verður móttøkan eisini stroymd á heimasíðuni.
Á móttøkuni fer Beinir Johannesen at tilnevna tey seks landsstýrisfólkini, sum skulu manna landsstýrið frameftir.
Nýggju landsstýrisfólkini vera:
Aksel V. Johannesen, fíggjarmál
Bárður á Lakjuni, mentamál
Bárður á Steig Nielsen, uttanríkis- og fiskivinnumál
Eyðdis Hartmann Niclasen, heilsu- og orkumál
Jacob Vestergaard, vinnumál
Margit Stórá, almanna- og bústaðarmál
Samstundis sum nýggju landsstýrisfólkini vera tilnevnd vera sitandi landsstýrisfólk loyst úr sínum embæti, men tað vera bara Sirið Stenberg, Eirikur í Jákupsstovu, Ruth Vang og Djóni Nolsøe Joensen, sum vera ordiliga loyst úr starvi sum landsstýrisfólk.
Hini bæði, Aksel V. Johannesen og Margit Stórá halda fram í nýggja landsstýrinum, um enn tað er í eitt sindur broyttum leikluti.
Nýggju landsstýrisfólkini hava móttøku í hvør sínum aðalráði í morgin.





























