Leitingin eftir horvnum sjómonnum steðgað

Leitingin eftir horvnum sjómonnum steðgað
Norsku tilbúgvingarmyndugleikarnir eru givnir at leita eftir tveimum sjómonnum, sum í gjár fóru í havið 200 sjómíl úr Bodø
Enn er óvist, hví tveir menn á farmaskipinum Stara Planina fóru í havið útfyri Bodø um middagsleitið í gjár
Mynd: Savnsmynd: Hovedredningssentralen  
 
03.01.2020 - 08:19

Norska bjargingarmiðstøðin fekk stutt fyri middagsleitið í gjár boð um, at tveir av manningini umborð á maltesiska farmaskipinum, Stara Planina, vóru farnir í havið.

Tvær tyrlur vóru sendar út til farleiðina, eini 200 sjómíl í útsynning úr Bodø. Illveður var á leiðini, stormur og átta metrar høgar aldur.

Í gjárkvøldið boðaði norska høvuðsbjargingarmiðstøðin frá, at einki var funnið. Havandi í huga kuldan, høgu aldurnar og veðrið, er eingin møguleiki fyri, at vit finna teir á lívi, segði bjargingarmiðstøðin.

Vita ikki, hví menninir fóru í havið

Nú hevur løgreglan í Nordland tikið yvir leitingina, og leitað verður nú eftir tveimum sjólátnum monnum.

Teir saknaðu eru bulgarar, og vóru bara í arbeiðsklæðum, tá teir fóru fyri borð. Høvuðsbjargingarmiðstøðin veit enn ikki, hvat hendi, tá menninir fóru í havið.

Skipið, Stara Planina, er 186 metrar langt, og var á veg úr Murmansk í Russlandi til Constanta í Rumenia. Einki annað skip var har á leiðini, har farmaskipið misti tveir av manningini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. apríl
Morgunlestur leygardagur 11.apríl 2026
206586
Fríggjadag 10. apríl
Vikuskiftið 10 apríl 2026
206890
Fríggjadag 10. apríl
LEITISSTEIN 10.04.2026 (Guðrið Hansdóttir)
206883
Fríggjadag 10. apríl
RagnarRokk: John Macko um Zero-Point Machine
206871
Fríggjadag 10. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Ronja
206862
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843