Irakiski herurin: Tvær rakettir rakt Bagdad

Irakiski herurin: Tvær rakettir rakt Bagdad
Rakettir hava rakt eitt væl vart øki í irakiska høvuðsstaðnum við millum annað sendistovum hjá ymiskum londum
Mynd úr upptøku hjá Iran Press News, ið sigst vera tann eina rakettin, sum í gjárkvøldið varð skotin ímóti Bagdad
Mynd: IPN  
 
09.01.2020 - 08:38

Tvær rakettir raktu í gjárkvøldið sonevnda grøna økið í Bagdad í Irak, upplýsir irakiski herurin. Grøna økið í Bagdad er væl vart, tí har liggja sendistovur hjá ymsum londum, millum annað tann amerikanska.

Sambært irakiska herinum, fekk eingin mein av rakettunum. Løgreglan upplýsir, at onnur rakettin rakti bara 100 metrar frá amerikansku sendistovuni.

Rakettirnar raktu Bagdad, minni enn eitt samdøgur eftir, at iranskar rakettir vórðu skotnar ímóti tveimum herstøðum í Irak, sum útlendskir hermenn halda til í.

100 danskir hermenn fluttir til Kuwait

Onnur herstøðin, sum varð álopin, var stutt norðan fyri Bagdad og hin í Norðurirak. Eingin varð særdur í teimum álopunum heldur.

Eftir hendingina boðaði danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, frá, at 100 av donsku hermonnunum í Irak, verða fluttir til Kuwait, meðan 30 til 40 verða verandi í Irak.

Teirra uppgáva er at venja irakiskar hermenn, men nú støðan er ótrygg, er tann venjingin steðgað, skrivar Ritzau. Onnur lond hava eisini boðað frá, at teirra herfólk verða flutt úr Irak, tað hava millum annað Spania og Týskland boðað frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961