Jarðir vil einki siga um innkrevjingarskipan

Jarðir vil einki siga um innkrevjingarskipan
Bóndafelagið og Óðalsfelagið halda seg fáa ov lítið burtur úr ferðavinnuni
Niels Pedersen er formaður í Jarðir
 
10.01.2020 - 09:49

Bóndafelagið og Óðalsfelagið vilja í løtuni einki siga um ta nýggju innkrevjingarskipanina fyri gongd í haga, sum feløgini arbeiða við.

Bóndafelagið og Óðalsfelagið eiga smápartafelagið Jarðir, sum er stovnað fyri at verja áhugamálini hjá teimum, sum varða av jørðini í Føroyum.

Endamál felagsins er at eiga og reka fasta ogn, ferðavinnu, handil o.a. virksemi í tí sambandi. 

Fáa ov lítið burturúr

Bóndafelagið og Óðalsfelagið hava fleiri ferðir boðað frá, at tey, sum varða av náttúruni, fáa ov lítið burturúr. Og tað skal smápartafelagið Jarðir bøta um.

Fundur var í felagnum í gjár. 

Men tað einasta, sum nevndarformaðurin Niels Pedersen vil siga í dag er, at arbeitt verður framvegis við eini felags innkrevjingarskipan á einari og somu heimasíðu.

Okkurt nýtt í næstu viku

Sambært Niels Pedersen er arbeiðið tó komið so mikið langt, at smápartafelagið Jarðir kann greiða nærri frá tí fyrst í næstu viku.

Við útvarpið í morgun segði Jóhan Pauli Helgason, leiðari á menningardeildini hjá Visit Faroe Islands, at tá bøndur og jarðareigarar seta gjald á sína jørð, siga teir seg ofta gera hetta fyri at verja náttúruna.

Men tað er sjáldan, at inntøkurnar verða brúktar til verndarátøk:

Niels Pedersen, formaður í Óðalsfelagnum og nevndarformaður í smápartafelagnum Jarðir, hevur í løtuni onga viðmerking til útsøgnina hjá leiðaranum á menningardeildini hjá Visit Faroe Islands.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964