Prísurin á laksi hækkar

Prísurin á laksi hækkar
Laksaprísurin í Noregi hækkaði við 18 krónum fyri kilo eftir einum ári
 
16.01.2020 - 08:36

Prísurin á laksi heldur fram við at hækka, og hann hækkaði eisini frá viku eitt til viku tvey í nýggja árinum, skrivar heimasíðan, kyst.no.

Prísurin hækkaði við níggju oyrum frá viku eitt til tvey, og prísurin var 78,44 norskar krónur fyri kilo, ella næstan 18 krónur hægri fyri kilo enn somu viku í fjør.

Prísurin á laksi lækkaði í heyst, men prísurin hækkaði aftur út ímóti ársenda.

Norskir alarar útfluttu góð 16.000 tons av laksi fyrstu vikuna av 2020, og tað var ein lækking uppá næstan sjey prosentstig, skrivar kyst.no.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028