Sethúsaeigarar hava meiri pening eftir

Sethúsaeigarar hava meiri pening eftir
Orsøkin er lága rentan, minni skattur og hægri lønir, vísir ein greining hjá Betri Banka
 
23.01.2020 - 15:43

Minni partur av inntøkuni fer nú at til gjalda fyri bústað, enn fyri fíggjarkreppuna fyri 10-12 árum síðani.

Tað vísir ein greining hjá Betri Banka.

Orsøkin er rentan, sum er metlág, lægri inntøkuskattur, og at lønirnar eru hækkaðar.

Greiningin er gjørd við støði í meðal sethúsaprísum og meðal inntøkum. Hon vísir, at beint fyri fíggjarkreppuna í 2008-2009 fór størri partur av inntøkuni til bústað enn nú.

Millum trý og átta prosent

Í Havn hava fólk í meðal átta prosent meira av inntøkuni eftir, tá parturin til bústað er goldin.

Aðrastaðni í landinum er munurin millum trý og átta prosent.

Tað merkir, at hóast sethúsaprísirnir eru hækkaðir nógv seinastu árini, fer minni partur av inntøkuni til bústað nú.

Lág renta og størri lønarinntøka

Umframt lágu rentuna og størri lønarinntøkur, er orsøkin til broyttu støðuna eisini, at inntøkuskatturin sum heild er lækkaður, og flestu kommunur hava hækkað barnafrádráttin, sigur Betri Banki.

Í 2007 var bústaðarrentan 7,25 prosent, og meðal lønarinntøkan var 267.000 kr.

Í løtuni er bústaðarrentan 2,95 prosent, og meðal lønarinntøkan er 361.000 kr. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595