152 milliónir afturat til útbyggingina

152 milliónir afturat til útbyggingina
Í dag fer løgtingið at viðgera uppskotið um stívar hálvtannað hundrað milliónir afturat til at útbyggja Landssjúkrahúsið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.01.2020 - 07:19

Uppskotið er at broyta verklagslógina, so útbyggingin kostar 805 milliónir krónur og ikki 652,6 milliónir, sum lógin sigur nú. Eisini er upppskot um at leingja verklagslógina eitt ár, til 31. desember 2024.

Uppskotið um dátuverndarlóg er eisini á skránni hjá tinginum í dag. Fyrsti skrivligi fyrispurningurin í hesari tingsetuni kom í gjár.

Johan Dahl spyr Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann, hvørjar politiskar og løgfrøðiligar grundgevingar, hann hevur  fyri at krevja pengar til Heilsutrygd frá útisiglarum, sum eisini skulu gjalda til Folketrygd í Noregi.

Løgtingið skal í dag atkvøða, um fyrispurningurin skal svarast. Tingfundurin í dag er klokkan 11.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329