Fara at krevja stórt endurgjald

Fara at krevja stórt endurgjald
Reiðaríið á Norðhavinum hevur endurgjaldskrav til 7. mars í 2016
 
30.01.2020 - 13:08

Jógvan Martin Ferjá, reiðari á Norðhavinum, sigur, at endurgjaldið, sum reiðariíð fer at krevja, er ikki roknað út enn, men tað verður stórt, sigur hann.

Reiðariið hevur endurgjaldskrav aftur til 7.mars í 2016. 

Jógvan Martin Ferjá sigur, at eitt er at missa rættin at fiska, bæði undir Føroyum og uttanlands, men teir sluppu heldur ikki at bjóða á uppboðsølum og kundu ikki søkja um menningarkvotur. 

Teir sluppu heldur ikki at fiska fyri onnur.

Hevur ikki sæð fiskiloyvini

Jógvan Martin Ferjá hevur ikki sæð fiskiloyvini, sum Norðhav nú fær, so hann veit ikki, um tey bara eru galdandi fyri 2020, ella, um fiskurin, teir hava mist hini árini, er við.

Tá endurgjaldskravið er gjørt, verður tað latið Fiskimálaráðnum, sum í Føroya rætti varð dømt at hava endurgjaldsskyldu.

Fæst ikki semja um endurgjaldið, verður farið í Føroya rætt við tí.

Norðhavið er annars leigað alt hetta árið. Men leigusáttmálin kann sigast upp, og uppsagnarfreistin er ein mánaður.

Avgerð er ikki tikin um tað enn, sigur Jógvan Martin Ferjá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672