Varðhaldsfongslingin longd

Varðhaldsfongslingin longd
Maðurin, sum politiið skeyt í Miðvági 9. desember í fjør, tí hann skeyt ein politist í høvdið við høglbyrsu, er varðhaldsfongslaður til 2. mars
 
06.02.2020 - 12:34

Varðhaldsfongslingin er longd nú í vikuni. Maðurin er í varðhaldi í Danmark. Maðurin, sum er 36 ára gamal, er skuldsettur fyri drápsroynd og serliga grovan harðskap móti tænastumanni, sum var til arbeiðis.

Maðurin varð varðhalsfongslaður í fýra vikur í grundlógaravhoyring í Føroya rætti tann 10. desember. Varðhaldsfongslingin varð longd í býarrættinum í Keypmannahavn 8. januar, tí skuldsetti maðurin var í Ríkissjúkrahúsinum.

 >> SÍ EISINI Skottilburður í Miðvági

Tá varð hann varðhaldsfongslaður í surrogati, sum sagt verður. Tað er, at hann varð varðhaldsfongslaður aðrastaðni enn í fongsli, eitt nú í sjúkrahúsi.

Men nú er hann mettur at vera egnaður at vera í fongsli. Trý skot raktu hann, tá politiið skeyt eftir honum, sambært Ekstra blaðnum varð hann raktur tvær ferðir í bringuna og eina ferð í vinstra lær.

Politisturin, sum varð raktur, var í hjálmi. Hann fekk ikki nevniverdan skaða. Skuldsetti maðurin noktar seg sekan. Hann sigur seg einki minnast um hendingina í Miðvági 9. desember í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Fríggjadag 23. januar
Vikuskiftið 23 januar 2026
203158
Fríggjadag 23. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Miké Thomsen
203131
Fríggjadag 23. januar
EM tíðindi 23. januar 2026
203127
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979