Sinn Féin næststørsti flokkur í Írlandi

Sinn Féin næststørsti flokkur í Írlandi
Valúrslitið verður mett sum ein politiskur jarðskjálvti, og tað verður torført at skipa nýggja stjórn
Mary Lou McDonald, forkvinna í Sinn Feín í Írlandi, fegnast um valúrslitið
 
11.02.2020 - 09:20

Vinstrasinnaði flokkurin, Sinn Féin, verður næststørsti flokkur í írska tinginum, vísir úrslitið av valinum, sum var um vikuskiftið.

Uppteljingin eftir valið leygardagin varð liðug í nátt, og hon vísir, at Sinn Féin tryggjar sær 37 av teimum 160 sessunum í Dail Éireann, sum er undirhúsið í írska tinginum.

Miðflokkurin, Fianna Fáil, fekk ein sess meira, 38 sessir, og flokkurin hjá forsætisráðharranum, Leo Varadkar, Fine Gail, fær 35 sessir.

Politiskur jarðskjálvti

Framgongdin hjá Sinn Féin verður lýst sum politiskur jarðskjálvti í Írlandi, og tað verður stór ein avbjóðing at skipa stjórn í landinum.

Fine Gail og Fianna Fail hava sagt undir valstríðnum, at tey ikki vilja í stjórn saman við Sinn Fein, bæði orsakað av búskaparliga politikkinum hjá flokkinum, men eisini tí, at Sinn Féin fyrr hevur verið málgagn fyri írska undirgrundarherin, IRA, sum stríddist fyri at fáa bretar úr Norðurírlandi.

Evsta politiska mál hjá Sinn Féin er at sameina Írland og Norðurírland. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392