Fíggjarnevndin tekur undir við at hækka mvg-markið

Fíggjarnevndin tekur undir við at hækka mvg-markið
Hækkingin skal millum annað hjálpa teimum, sum fáast við heimavirki, og ikki selja fyri meira enn 50.000 kr. um árið
Lógarbroytingin fær eisini týdning fyri tey, sum fáast við heimavirki
 
20.02.2020 - 09:49

Ein samd Fíggjarnevnd tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, um at hækka markið fyri, nær eitt virki skal vera MVG skrásett, til 50.000 kr.

Markið hevur verið 30.000 kr. síðani 2006.

Hækkingin skal millum annað hjálpa teimum, sum fáast við heimavirki og ikki selja fyri meira enn 50.000 kr. um árið.

Meirvirðisgjald verður ikki kravt av sølu, sum er undir 50.000 krónum. 

Skulu ikki skrásetast

Virki, sum selja fyri minni enn 50.000 kr., skulu ikki skrásetast hjá Taks. 

So løgið tað ljóðar, fer hækkingin at spara landskassanum pengar.

Sambært Taks verður sparingin 300.000 kr. um árið.   

Tað kemst av tí, at sera nógv av teimum smæstu virkjunum eru negativ, soleiðis at skilja, at keyps-MVGið hjá teimum er størri enn sølu-MVGið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659