Byggigølur: Niðurstøða kemur í mars

Byggigølur: Niðurstøða kemur í mars
Samferðslumálaráðið meldaði í fjør ábyrgdarpersónar á Landsverki til løgregluna
Linda M. Hesselberg er varafúti
 
26.02.2020 - 11:28

Fyri 1. apríl væntar ákæruvaldið at koma við niðurstøðu, um grundarlag er fyri at reisa ákæru í málinum móti ábyrgdarpersónum á Landsverki.

Tað sigur Linda Margrethe Hesselberg, varafúti, í skrivi til Kringvarpið.

Í mai mánaði í fjør meldaði Samferðslumálaráðið, sum tá var, ábyrgdarpersónar á Landsverki til løgregluna, í kjalarvørinum á byggigølunum á skúladeplinum í Marknagili og á Landssjúkrahúsinum. 

Hetta varð gjørt eftir tilmæli frá Jógvani Páll Lassen, advokati, sum í gjøgnumgongd av málunum kom fram á ymisk viðurskifti á Landsverki.

Samferðslumálaráðið vildi hava løgregluna at kanna, um grundarlag er fyri at reisa ákæru og endurgjaldskrav móti persónum á Landsverki, sum hava havt ábyrgd av byggigølunum í Marknagili og á Landssjúkrahúsinum.   


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846