Fíggjarligt støðufesti tapti í landsrættinum

28.02.2020 - 14:06
AktueltPengar
Fíggjarligt støðufesti tapti í landsrættinum
Fyrrverandi leiðslan í Løkke Sparekasse skal ikki rinda 275 milliónir kr.
Fíggjarligt støðufesti tapti málið móti leiðsluni í Løkken Sparekasse
 

Fíggjarligt støðufesti tapti í vestara landsrætti, so fyrrverandi leiðslan í Løkken Sparekasse skal ikki rinda 275 milliónir kr, sum kravið var.

Talan er um norðurjútska peningastovnin, sum fór á húsagang fyri 10 árum síðani.

Fíggjarligt støðufesti vildi hava leiðsluna og grannskoðararnar at rinda 275 milliónir kr.

Advokatfrágreiðing

Fíggjarligt Støðufesti bílegði eina advokatfrágreiðing, og niðurstøðan í henni var, at leiðslan og grannskoðanin høvdu góðtikið ov nógv útlán, og at eftirlitið var ikki nóg gott.

Vestari landsrættur heldur ikki, at próvbyrðan ímóti bankanum er til staðar.

- Rætturin heldur ikki, at Fíggjarligt Støðufesti hevur prógvað tað, sum kravið snýr seg um, stendur í dóminum.

Fíggjarligt Støðufesti er dømt at rinda sakarmálskostnaðin, sum er tilsamans 34 milliónir kr, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. juni
Brunsj við Mariann Mikkelsen
157891
Leygardag 3. juni
Jambalaja 030623
157881
Leygardag 3. juni
Morgunlestur leygardagur 3. juni 2023
157632
Leygardag 3. juni
Upp á tá LIVE í Runavík
157870
Nýggjastu sendingar í SV